Sum vit skrivaðu fyrr í dag vaks útflutningsvirðið av laksi við góðum 537 milliónum krónum seinasta 12-mánaðarskeiðið. Tað merkir, at laksaútflutningurin nú er komin upp á góðar 6,2 milliardir krónur.
Men toskurin hevði eina enn størri prosentvísa framgongd. Virðið av toskaútflutninginum vaks við 440 milliónum krónum – ein vøkstur upp á 40,7 prosent – og er nú komið upp á 1,5 milliardir krónur. Samstundis vaks útflutta nøgdin av toski við 16,5 prosentum.
Eisini hýsa hevði eitt sera gott ár. Útflutningsvirðið vaks við 87 prosentum, meðan virðið av upsanum vaks við 39 prosentum. Sild og makrelur góvu eisini størri útflutningsvirði enn undanfarna skeið.
Hinvegin minkaði útflutningurin av svartkjafti við nærum 25 prosentum í virði. Eisini útflutningurin av fóðri og fiskamjøli lækkaði munandi.
ES dró stóra vøksturin
Hagstovan vísir, at størsti vøksturin í fiskavøruútflutninginum var til ES-londini, har útflutningsvirðið vaks við nærum 1,3 milliardum krónum. Av hesum vaks útflutningurin til Spania við 330 milliónum krónum og til Fraklands við 256 milliónum krónum.
Eisini kinesiski marknaðurin hevði stóran týdning. Útflutningurin til Kina vaks við góðum 308 milliónum krónum, meðan laksaútflutningurin til Ísrael øktist við umleið 73 milliónum krónum.
Samanlagt varð útflutt fyri nærum 14 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mai 2025 til apríl 2026. Tað eru 1,6 milliardir krónur meira enn undanfarna 12-mánaðarskeiðið.











