Talan er um dystir móti San Marino og Sveis, sum verða mótstøðulondini hjá manslandsliðnum og U21 landsliðnum seinni í hesum mánaðinum.
Fyri A-landsliðið er talan um venjingardyst, sum verður á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 17:00.
Eftir ætlan skuldi manslandsliðið spæla tveir venjingardystir í hesum umfarinum. Avtala var komin í lag við Sameindu Emirríkini og Singapor, men ófriðurin í Miðeystri hevur havt við sær, at hesir dystir eru avlýstir.
Hjá U21 landsliðnum er hinvegin talan um EM undankappingardyst, sum hesaferð skal møta Sveis á útivølli.
Føroyska U21 landsliðið fekk eina framúr byrjan uppá EM undankappingina við at vinna fyrstu tríggjar dystirnar. Síðani er nakað av stígi komið í, men áðrenn dystin móti sveisarum eru Føroyar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum – 1 stig aftan fyri Frankaríki, men samstundis 1 stig frammanfyri bæði Sveis og Ísland. Hini londini í bólkinum eru Luksemborg og Estland.
Á tíðindafundinum í morgin klokkan 10 fara Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari, og Ólavur Mikkelsen, U21 landsliðsvenjari, at kunngera hóparnar til komandi uppgávur.











