Landsverk veitir nýtt asfalt til flogbreytina í Vágum

Asfaltsverkið á Sundi hevur framleitt uml. 600-1000 tons um dagin til verkætlanina.

Seinastu mánaðirnar hevur Vága Floghavn fingið nýtt asfalt til flogbreytina.

 

Landsverk hevur framleitt asfaltið, og HJ Asfalt og EM Asfalt hava lagt tað út.

 

Asfaltsverkið á Sundi hevur framleitt uml. 600-1000 tons um dagin til verkætlanina.

 

Lansverk hevur lagt ein film á sína heimasíðu.

 

Hesin filmurin gevur innlit í mannagongdina fyri asfaltsframleiðslu - frá framleiðslu til útlegging á flogvøllinum.

 

Filmurin sæst her: Video: Landsverk veitir nýtt asfalt til flogbreytina í Vágum