Landsverkfrøðingurin, Landsverk og lýsingin

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið lýsir nú eftir nýggjum stjóra til Landsverk at verða áramálssettan í 5 ár. Teldupostur skal sendast til starv@fisk.fo í seinasta lagi 4. juni 2024.

Treytir og krøv til komandi leiðaran verða har lýst á ein løgnan, heldur hulisligan hátt, sum vitiliga vekur undran. 

 

Sagt verður m. a. frá, at stovnurin seinnu árini hevur verið í spennandi tilgongd, og skal stjórin frameftir síggja tørv dagsins og samfelagsins. Skal slóða fyri í kompleksum verkætlanum, geva góð ráð og hava, ja, politiskt stev (?). Hvat ið tað so er?

 

Og ber tað yvirhøvur til, at geva góð ráð til landstýrismannin, uttan eina góða útbúgving og drúgva erfaring í bygging, statikki og geoteknikki, kloakering og vatnveiting - umframt havna-, tunnils- og vegagerð?

 

Eg fari ikki her at loysa nakra skruvu av teim óhepnum royndunum seinastu árini. Øll kenna til gongdina.

 

Men hugfarsligt er tó at minnist aftur á, táið Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, greiddi deildarleiðarunum frá, tann 12. september 1988, at hann av løgmanni var sagdur úr starvi, og: “Eg fari í dag, og hetta bleiv so: 40 ár, 5 mánaðir og 12 dagar”... 

 

Ein maður, sjálvur sera seriøsur og gløggur tænastumaður, segði einaferð: “Í føroyskari fyrisiting hava verið tveir gigantar: “Mikkjal Helmsdal og Johan Djurhuus”.

 

Manningin hjá Landsverkfrøðinginum tá hevði miklar verkfrøðiligar royndir um landið alt og úr fleiri øðrum londum við.

 

Dag og dagliga komu bý- og bygdaráðslimir inn á gólvið á stovninum. Hesir blivu fólkaliga móttiknir av telefondamuni, og sum vísti teimum til tann persónin, ið teir vildu hitta til eitt fakligt prát um viðurskifti, ið uppi vóru. 

 

Eisini løgtingslimir komu har, sum vildu hava okkurt mál nærri lýst til seinni viðgerðar í Tinginum.

 

Men nú sleppur ongin inn um gáttina. Hann viti hvørji dulsmál, ið har innanveggja verða bøld og dvøld.

 

Evnaligi eftirmaður Mikkjals, Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur, fekk 10 ár - so heim við fullari løn í 3 ár - og tænastumannastarvið bleiv skorið niður til ein slags leiðara á amputeraðum stovni undir heitinum: “Landsverk”.

 

Fyrr og tá vóru føroyingar fremstir í at fremja tunnilsgerðir bæði í Íslandi og Grønlandi – men er nakað um okkum longur her - og nú?

 

NB. Her skal bara nevnast eitt skallut dømi og við fyrispurningi: “Hvar eru ferðslulinjurnar - øllum til gagns og hjálpar – INNI í tunlum landsins. Nú ið sólin stendur blendandi skær hægst á himli? Hvar er strípingarliðið?

 

Jú, alt hevur tíð sína. Og tí er tað vitiliga rætt við ávís høvi av og á at spyrja: “Eru vit á rættari leið?”.

 

Arnstein Niclasen