Tíðindini snúðu seg um búskapin viðvíkjandi byggingini. Ikki eitt orð um ónøgdina og mót-mælini frá einum stórum meiriluta (60 %) av borgarunum, ið eru ímóti staðsetingini av kirkjuni.
Men mótmælini eru ikki ella eiga ikki at tagna. Enn eru gravkýrnar ikki settar á beiti í vakra frílendinum –
Málið um kirkjubygging á Argjum gongur aftur til 2006. Her skal bert stutt takast upp nakrar av løgfrøðiligu og moralsku skuggasíðunum í málinum.
##med2##
Økini fram við Sandá vórðu latin sum stórfingin gáva frá O. J. Müller við familju, har m.a. økið, kirkjan skal byggjast á, varð lagt út sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slag til frítt øki, har einki mátti byggjast á. Gávan varð tinglýst í einum skjali í oktobur 1975 sum friðað øki við klausuli um, at tað skuldi varðveitast sum fríøki til gagns fyri allar borgararnar í kommununi. Treytirnar vóru, at kommunan skuldi viðlíkahalda økini, og at einki skuldi byggjast har.
Í 2011 var ein fundur hildin í Byggi- og býarskipanarnevndini, har ein serstøk byggisamtykt var til viðgerðar. Ein nýggjur byggisáttmáli var viðtikin, soleiðis at byggjast kundi á fríøkinum við Sandá.
Eitt serstakt við serstaka byggisamtyktini er, at hon er ólóglig. Tað ólógliga snýr seg í stuttum um, at umrødda tinglýsta skjalið frá 1975 við treytunum um, at einki skuldi byggjast á fríøkinum, ikki var tikið við í tilgongdini, tá serstaka byggisamtyktin skuldi viðgerast í Byggi- og býarskipanarnevndini. Limirnir í nevndini skuldu atkvøða fyri ella ímóti, um byggjast kundi á fríøkinum uttan vitan um gávuna og tinglýsta skjalið, ið bannar allari bygging á økinum!
Skjalið varð heldur ikki sent Yvirfriðingarnevndini ella Innlendismálaráðnum, sum staðfesti serstøku byggisamtyktina.
##med3##
Um hetta skrivar advokaturin Eli Thorsteinsson eftir áheitan frá áhugabólkinum Varðveitið fríøkið við Sandá, at talan er “... um grovt brot á fyrisitingarligu upplýsingarskylduna, sum er ein sera grundleggjandi og týðandi meginregla í fyrisitingarrættinum, við tað at málið ikki hevur verið nøktandi upplýst [...] Talan er um eina vælkenda meginreglu innan fyrisitingarrættin og finnist ein ørgrynna av dómum og avgerðum um, at myndugleikaavgerðir eru ógildaðar, tí upplýsingarskyldan ikki er lokin.”
Umframt hesi mistøk og lógarbrot varð eingin partshoyring og eingin kanning av umhvørvisárinunum av inntrivinum framd, hóast hetta eigur at verða gjørt sambært Fyrisitingarlógini.
Við tað, at framferðin í viðgerðini og viðtøkan av serstøku byggisamtyktini er ólóglig, so var t.d. endaliga avgerðin 22. mai 2025 á fundi í Tórshavnar Býráði um at loyva kirkju-ráðnum á Argjum at byggja kirkjuna á fríøkinum, eisini ólóglig og tí ógildig.
##med4##
Mistakið á fundinum í Byggi- og býarskipanarnevndini vildi ikki verið nøkur ólukka, um tað varð rættað, tá tað kom fram í ljósmála – og ein nýggj atkvøða varð fyriskipað. Men tað hendi ikki! Ólógliga avgerðin fekk ongar rættarligar avleiðingar.
Við svikabrøgdum fekk kommunan gjøgnum-tvinga ognartøku og broyting av byggisamtykt-ini, so lógarbrot og nýggjar reglur kundu rudda slóð fyri kirkjubyggingini á friðaða økinum við Sandá og vanvirða gevaran av økjunum við ognartøkuni og við at beina fyri teimum treyt-um, sum hann setti fyri gávuni til borgararnar í kommununi. Fyri at gera vanvirðingina full-komna, so bleiv ein partur av gávuni skamm-leyst seldur sum grundstykki og tjóvagóðs til kirkjuráðið á Argjum. Tað fekk heldur ongar rættarligar avleiðingar fyri kommununa.
Skal hetta framvegis ongar avleiðingar fáa? Skulu vit ikki taka tað í álvara, at vit liva í einum demokratiskum rættarsamfelagi?
Eitt er ólógliga byggisamtyktin – annað er spurningurin um staðsetingina av kirkjuni.
##med6##
Hvørjir vansar og fyrimunir eru við staðsetingini av kirkjuni?
Vansar:
- ein staðseting, ið skemmar og oyði-leggur stóran part av vakra frítíðarøkinum (vandalistiskt inntriv, ið valdar óbøtiligan skaða á serstaka náttúruøkinum hjá borgarunum og framtíðar ættarliðum í kommununi – í beinleiðis andsøgn við Náttúruverndarlógina og Grønu Leiðina hjá kommununi)
- ein staðseting, sum ein stórur meiriluti av borgarum í kommununi vóru ímóti (ráðaríkur og ódemokratiskur framferðarháttur) – og tí ein staðseting, ið sáar spjaðing og ónøgd millum fólk um nakað, sum átti at verði savnandi og skapa gleði (orsakað av spektloysi mótvegis ynskjum borgaranna um vernd av teirra fríøki)
- ein staðseting inn í fortíðina mótvegis at byggja kirkjuna eitt stað í nánd av, har Argir veksur sum bygd í dag og framyvir (ein náttúruskemmandi betongminnisvarði yvir eina gølu, har minnisvarðin er gølan!)
- ein staðseting uml. 1300 metrar frá Vesturkirkjuni, hagar fólk í gomlu Argjum kundu gingið sær ein góðan sunnudagstúr við kirkjutíð (ein óneyðug prestisjubygging)
Fyrimunir:
- ?
##med5##
Eingin góð grundgeving fyri valinum av staðsetingini hevur verið at hoyrt – kanska tí at ein slík ikki finnist. Men byggjast skal! – tað skal partú trýstast ígjøgnum!
Síðani umleið 2010 hevur áhugabólkurin Varðveitið fríøkið við Sandá gjørt eitt megnararbeiði fyri støðugt at mótmæla ætlanunum um at byggja kirkju á fríøkinum við áheitanum um, at tað aftur verður friða – t.d. tá ið bólkurin í einum skrivi handaðum landsstýriskvinnununi Margit Stórá uttan fyri løgtingið 23. januar 2024 heitti á hana um at skipa eitt fríøki fram við Sandá sum verndarøki sambært Náttúruverndarlógini, aftaná at nýggja Náttúruverndarlógin var komin í gildi 1. januar 2024. Áheitanin var ein væl grundað útsøgn um, at ’Sandagerði og fríøkið fram við Sandá er ein virðismikil náttúrueind, sum eigur at vera friðað til frama fyri náttúru, margfeldi, vistfrøði, heilsu og trivanaðin hjá fólki’. Fríøkið lúkar ásettar treytir í Náttúrverndarlógini fyri, at tað sum ein náttúrueind verður skipað sum verndarøki og (endur)friðað – men tíverri var Umhvørvismálaráðið hvørki at høgga ella stinga í, so áheitanin var send blindum og deyvum móttakarum.
Innleiðandi partur av svarinum frá Umhvørvismálaráðnum:
”Umhvørvismálaráðið hevur viðgjørt áheitanina og gjørt av ikki at taka stig til økisvernd sambært náttúruverndarlógini. Orsøkin er fyrst og fremst, at sum fyrisitingarliga hendingagongdin hevur verið í málinum […] væntar byggiharrin av røttum at kunna fremja sína verkætlan […] Hetta, sum á løgfrøðimáli verður nevnt væntan av røttum, eigur vernd sambært vanligum fyrisitingarligum meginreglum og kann ikki setast til viks, uttan so at ógvuliga týðandi fyrilit krevja tað.”
Umhvørvismálaráðið kundi ikki taka stig til økis-vernd, tí byggiharrin av røttum væntar at kunna fremja sína verkætlan! Rætturin hjá byggiharranum at útinna sína skemmandi verkætlan vigar tyngri á rættarvágskálunum hjá Umhvørvimálasráðnum enn fyrilit fyri serstøku náttúruvirðunum í býarumhvørv-inum og rætturin hjá borgarunum í kommununi at verja teirra fríøki. Sambært vanligum fyrisitingar-ligum meginreglum kann ikki gerast ”inntriv í tað, sum byggiharrin av røttum væntar”. Tá ið vit tosa um eitt grefligt inntriv í fríøkið – ið ikki kann broytast ella takast aftur, um skrímslið verður bygt – tosar Umhvørvismálaráðið um tað fyrisitingarliga skeiva í at gera inntriv í rættindi byggiharrans! Hetta er áhugavert – fyrisitingarrætturin hevur her stóran týdning í verjuni av rætti byggiharrans, meðan fyrisitingarliga upplýsingarskyldan í viðgerðini av serstaka byggisáttmálanum gott kundi farast uttan um í grovum lógarbroti, ið eigur at útiloka einhvønn rætt hjá nøkrum byggiharra at byggja á fríøkinum.
Náttúran og havnarfólk hava í hesum málinum ongan góðan at verja síni rættindi, hvørki politikarar ella náttúruverndarmyndugleikar. Tvørturímóti. Náttúruvakurleiki, margfeldi av lívsformum , náttúruupplivingar, heilsa og trivnaður hjá fólki hevur opinberliga ikki tann stóra týdningin í mun til eina óneyðuga bygging av kirkju á fríøkinum við Sandá.
Framvegis er ein vanligur hugburður, at vit halda okkum vera høgt hevjað yvir náttúruni og hennara djóra- og plantulívi. Vit eru ikki komin serliga langt við menning av tilviti um okkum sjálvi og okkara sambond við og inntriv í náttúruna – hóast hetta ongantíð hevur verið meira týdningamikið enn í okkara døgum, har okkara framleiðslumegi og fossil orkunýtsla globalt sæð eru við at máa lívsgrundarlagið undan okkum sjálvum.
Tíðin átti at vera búgvin til eitt sindur av eyðmýkt, sans og virðing fyri náttúruni og hennara lívsformum, ið vit ikki kunnu gera okkum til (valds)harrar yvir, tí vit eru sjálvi partur av henni – og mugu undirgeva okkum hennara skipan og lógir fyri at kunna gagnnýta og fáa gleði av hennara ríkidømi. Okkara førleikið til moralska og etiska virðismetan gevur okkum ábyrgd av náttúruni, lívsgrundarlagi okkara og medskapning-um okkara. Henda ábyrgdin inniber eisini, at vit eru skynsom í okkara inntrivum í náttúruna og t.d. ikki byggja eitt betongskrímsl mitt í einari vakrari og upprunaligari náttúruperlu í býarumhvørvinum, sum nógv fólk og familjur hava stóra gleði av at gagnnýta sum spælipláss, til túrar, ymiskar aktivitetir og at fara uppá uppdagilsi í.
Enn er fríøkið við Sandá órørt. Enn er tíð at gera tað rætta. Vælsignaði – latið fagra fríøkið fáa frið til gagns fyri borgararnar og komandi ættarlið í kommununi!
Magnus Dahl, limur í áhugabólkinum Varveitið fríøkið við Sandá
Her er ein leinkja til eitt skriv, ið varð lagt út á in.fo 22. mai 2025: Ein heilsan til Tórshavnar Býráð
















