F.v.: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA, Grímur Sundstein formaður í trivnaðarnevndini, Bjørt Lind, nevndarlimur, Liljan Weihe, nevndarlimur, Sunnvá Dahl Høgfeldt, nevndarlimur, Sámal Petur í Grund, næstformaður, Magni Højgaard, nevndarlimur og Suni Poulsen, stýrisformaður fyri sjálvsognarstovnin, MEA

Trivnaðarnevnd løgtingsins á vitjan í norðurøkinum

Hósdagin 18. juni var trivnaðarnevndin hjá løgtinginum á kunningarferð í norðurøkinum

F.v.: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA, Grímur Sundstein formaður í trivnaðarnevndini, Bjørt Lind, nevndarlimur, Liljan Weihe, nevndarlimur, Sunnvá Dahl Høgfeldt, nevndarlimur, Sámal Petur í Grund, næstformaður, Magni Højgaard, nevndarlimur og Suni Poulsen, stýrisformaður fyri sjálvsognarstovnin, MEA

Endamálið við túrinum var at fáa kunning og innlit í virkisøkini hjá nevndini. Vitjað varð hjá MEA - húsið fyri familjumenning, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Umsorganarheiminum Gloria, Barnaverndartænastuni í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu og hjá Roðanum í Runavík. 

 

MEA - húsið fyri familjumenning, er ein sjálvsognarstovnur, sum hevur til endamáls at skapa góðan trivnað í heimunum. Vígdis Skorheim, stjóri, og Suni Poulsen, stýrisformaður, tóku ímóti. Tey greiddu eitt nú frá, hvørji tilboð og tænastur húsið veitir. Herundir arbeiðið at seta sjóneykuna á sambandið millum foreldur, og hvønn týdning hetta hevur fyri trivnað og tryggleika hjá børnum. 

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fekk nevndin fyrst innlit í søguna hjá sjúkrahúsinum. Síðani fekk nevndin høvi at síggja nýggja MR-skannaran og hoyra um arbeiðið á rannsóknarstovuni á sjúkrahúsinum. 

 

Nevndin vitjaði eisini gomlu læknahúsini, sokallaða Gula Húsið. 

 

Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Per Busk, virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, vístu runt og greiddu frá. 

 

Á Umsorganarheiminum Gloria tóku Mamy Dahl Sørensen, leiðari, og Hallgerð Akurstein, stýrislimur ímóti og greiddu frá. Umsorganarheimið Gloria hevur síðani 2018 verið ein trygd hjá fólki við sosialum avbjóðingum. Í dag búgva 8 menn á heiminum.  

 

Síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar at vitja Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu. Ingi Hansen, leiðari, og starvsfólkini tóku ímóti og greiddu frá arbeiðinum hjá barnaverndartænastuni. Ein serlig avbjóðing á barnaverndarøkinum eru børn, ið eru komin til Føroya úr øðrum londum við øðrum máli og mentan. Í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu eru í løtuni 43 næmingar í skúlunum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum. 

 

At enda á túrinum gekk leiðin til Runavíkar at vitja Roðan. Roðin er samstarv um heimatænastu og eldrarøkt millum Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur. 

 

Jóngerð Guttesen, leiðari, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og stýrisformaður, tóku ímóti og greiddu frá søguni hjá eldrarøktini í Eysturoynni og virkseminum hjá Roðanum. Herundir búpláss, heimahjálp, dagtilhald, demenstænasta og umlætting. 

 

Trivnaðarnevndin fekk eisini eina rundvísing á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, sum varð tikið í brúk í 1984, og sum í dag hevur tilsamans 70 búpláss. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

 

F.v.: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA, Grímur Sundstein formaður í trivnaðarnevndini, Bjørt Lind, nevndarlimur, Liljan Weihe, nevndarlimur, Sunnvá Dahl Høgfeldt, nevndarlimur, Sámal Petur í Grund, næstformaður, Magni Højgaard, nevndarlimur og Suni Poulsen, stýrisformaður fyri sjálvsognarstovnin, MEA

Vígdis Skorheim, stjóri í MEA. Umleið 60 pør søkja sær hjálp hjá MEA um árið

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Hanna Brandal og Bára Klakstein greiða frá virkseminum hjá rannsóknarstovuni

Hallgerð Akurstein, stýrislimur, Mamy Dahl Sørensen, leiðari og trivnaðarnevndin

Ingi Hansen, leiðari fyri barnaverndartænastuni, starvsfólk og trivnaðarnevndin

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri og stýrisformaður, greiddi frá søguni hjá hjá Roðanum