Talan er um sama uppskot, sum Løgtingið feldi í mai í fjør.
Tá uppskotið kom til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum stóð á jøvnum 15-15, og tí fall uppskotið.
Nú fara tey trý samgongufólkini, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm og Karlot Hergeirsson, saman við Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, at leggja málið framaftur.
Ein kanning hjá spyr.fo, sum vit skrivaðu um á in.fo síðsta fríggjadag vísti, at greiður meiriluti er fyri uppskotinum millum fólkið.
799 fólk vórðu spurd í kanningini, sum vísti, at 57 prosent av føroyingum siga »ja« til spurningin:
»Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini?«
34 prosent søgdu nei, og 9 prosent søgdu seg ikki vita.
Meira kann lesast um málið í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum, og sum haldarar fáa við postinum í morgin. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.