- Vit eru sera fegin um, at gongd er í málinum um ætlaninar at bygga lestrarbústaðir, og at nakað hendir á hesum øki, sum hevur so alstóran týdning fyri lestrarumhvørvið í Føroyum.
Tað sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen, sum heldur, at eitt lestrarheim í økinum, sum ætlanin nú er at leggja út til lestrarbústaðir, liggur væl fyri og er í stuttari gongufrástøðu frá skúlaumhvørvinum.
- Vit vóna, at góð gongd verður í málinum frameftir, soleiðis at teir fyrstu 200 til 300 lestrarbústaðirnir skjótt kunnu byggjast á økinum. Tað hevði verið fantastiskt, um gongd kom á hesa bygging innan alt ov leingi, sigur hann.
Hann heldur, at økið, sum talan er um við Heygsvegin, er eitt vælegnað øki til endamálið, og hann sigur seg vóna, at tær samráðingar, sum liggja fyri framman um økið og tær broytingar, sum skulu gerast í byggisamtykt og øðrum, fara at ganga væl og røkka á mál.
Martin Tvede Zachariasen sigur, at tað skal verða bíligt at búgva í lestrarbústøðunum – ja, hetta skal vera bíligasta staðið hjá lesandi at búgva í.
##med2##
- Hetta verður fyrsta staðið, tú flytir í, tá tú flytir heimanífrá, og vit síggja fram til, at her verður ymiskt úrval av íbúðum, soleiðis at her bæði kunnu búgva einstaklingar og pør við barni ella børnum, eins og vit síggja tað eitt nú í Danmark.
Rektarin leggur aftrat, at endamálið við lestrarbústøðum í høvuðsstaðnum í fyrsta lagi er at gera tað høgligari og meira attraktivt at velja at lesa og taka útbúgvingar í Føroyum.
Ein størri samrøða er við rektaran á Fróðskaparsetri Føroya í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum.












