Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar vóru fyri einum vónbroti í bestu norsku hondbóltsdeildini ígjár.
Storhamar var stórur favorittur í heimadystinum móti Follo, ið er nummar níggju í deildini.
Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Í steðginum var Follo á odda 17-10. Pernille var noterað fyri eitt mál.
Nú tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum er Storhamar næstfremst við 41 stigum. Sola er fremst við 46 stigum, og tær hava vunnið grundspælið. Molde er nummar trý við 37 stigum.
16. apríl hevur Storhamar dyst á útivølli móti Byåsen, og 22. apríl er heimadystur móti Tertnes. Eftir tað bíðar endaspælið.











