Tað sigur forsøgn, tá sløk helvt av atkvøðunum eru taldar.
Tað sær ikki út til at gerast tann stóri munurin millum teir størru flokkarnar á tingi, sum veljarakanningar hava spátt. Fólkaflokkurin tykist ikki at fáa tað risastóru framgongdina, sum hevur verið spádd - tó at hann stendur til framgongd upp á 7,2 prosentstig.
Javnaðarflokkurin stendur til 6,1 prosent afturgongd, sum tó gevur honum 7 tingsessir. Tjóðveldi stendur í stað við 6 tingsessum. Framsókn stendur til at missa 1 tingsess, og Sjálvstýri stendur til at fáa 1 tingsess.
Enn eru trý tey størstu valstøðini eftir Havnin, Hoyvík, Klaksvík - og so Velbastað.
##med2##












