Tjóðveldi størsti flokkur í Havn

Í Høllini á Hálsi eru tey um at vera liðug við at telja atkvøðurnar

Greitt er, at Tjóðveldi er størsti flokkur við umleið 24,6 prosentum. Næstur er Javnaðarflokkurin við 19,5 og síðani Sambandsflokkurin við 19,2 prosentum. 

Fólkaflokkurin er minstur av teimum stóru flokkunum. Hann fær 17,1 prosent av atkvøðunum í Havn.