Lívstíðarfangin Peter Madsen sleppur ikki at giftast

Danski lívstíðarfangin Peter Madsen fær ikki loyvi at fara úr fongslinum ella at fáa vitjan fyri at giftast.

Peter Madsen fær ikki loyvi at fara úr fongslinum ella at fáa vitjan fyri at giftast, hevur danski Hægstirættur avgjørt. (Savnsmynd)

Tað hevur Hægstirættur avgjørt í dag.

Bæði tann 55 ára gamli Peter Madsen og kvinnan, sum hann ynskir at giftast við, høvdu biðið Hægstarætt um loyvi til útgongd og vitjan í sambandi við hjúnabandið.

Men Hægstirættur gav myndugleikunum viðhald. Harvið stendur avgerðin hjá Styrelsen for Danmarks Fængsler og Storstrøm Fængsel við, og umsóknirnar eru endaliga sýttar.

Peter Madsen situr í lívstíðarfongsli, eftir at hann í 2018 varð dømdur fyri drápið á svenska journalistinum Kim Wall.

 

Peter Madsen fær ikki loyvi at fara úr fongslinum ella at fáa vitjan fyri at giftast, hevur danski Hægstirættur avgjørt. (Savnsmynd)