Brúkar piparsprey ímóti mótmælisfólki

Í vóru samanbrestir í Essen, har AfD er farið undir floksstevnu sína. 100.000 mótmælisfólk eru væntandi.

Ein stórur hópur av mótmælisfólkum royndi tíðliga leygarmorgunin at bróta seg ígjøgnum løgreglugyrðing í týska býnum Essen, har høgravendi flokkurin Alternative für Deutschland (AfD) hevur floksstevnu um vikuskiftið. Hetta elvdi til samanbrestir við løgregluna, sum brúkti piparspray og løgreglustavar. - Mynd: Christian Mang/Reuters

 

 

Mótmælisfólk og løgregla brustu saman tíðliga í morgu í týska býnum Essen.

Her er høgraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD) farin undir eina tveir dagar langa floksstevnu, har millum annað nýggj landsleiðsla skal veljast.

Sambært tíðindastovuni dpa royndi ein stórur hópur av mótmælisfólkum at bróta ígjøgnum eitt løgreglugyrðing umleið klokkan 05:45.

Løgreglan mátti brúka piparspray og lurkar. Tað er ikki greitt, um nakar fekk skaða.

Roknað verður við upp til 100.000 mótmælisfólkum í Essen. Flestu mótmælisgongur verða væntandi friðarligar.

Men myndugleikarnir hava víst stúran fyri, at umleið 1.000 fólk, sum sambært dpa verða lýst sum víðgongd vinstravend, fara at brúka harðskap til at órógva floksstevnuna.

Bólkar á vinstravonginum hava sambært dpa boðað frá, at teir fara at royna at steingja inngongdir til leikvøllin Grugahalle, har stevnan er.

Væntandi koma umleið 600 umboð frá AfD.

 

##med2##

 

Flokkurin hevur tveir formenn á odda: Alice Weidel og Tina Chrupalla. Tey bæði stilla uppaftur, og enn hevur eingin bjóðað teimum av.

 

Sambært dpa verður eitt av stóru evnunum hetta vikuskiftið átakið hjá AfD á valinum til ES-parlamentið fyrst í juni, har úrslitið endaði nøkur fá prosentstig lægri enn meiningarkanningar frammanundan høvdu víst.

 

AfD endaði tó við at vera næststørsti flokkur í Týsklandi á valinum við 15,9 prosentum av atkvøðunum.

 

Men í seinasta sprintinum í valstríðnum gjørdi AfD nógvar yvirskriftir.

 

Í samrøðu við italska blaðið La Repubblica segði fremsta valevnið hjá flokkinum tá, Maximilian Krah, at hann "ongantíð fór at siga, at nakar, sum er í SS-búna, sjálvvirkandi er brotsmaður".

 

SS er ein stytting fyri elitunazistiska herliðið Schutzstaffel.

 

Hetta førdi til, at AfD varð útihýst úr høgravenda bólkinum Identity and Democracy (ID) í ES-tinginum seinast í mai eftir útsagnirnar hjá Krah.

 

/ritzau/

 

 

 

Ein stórur hópur av mótmælisfólkum royndi tíðliga leygarmorgunin at bróta seg ígjøgnum løgreglugyrðing í týska býnum Essen, har høgravendi flokkurin Alternative für Deutschland (AfD) hevur floksstevnu um vikuskiftið. Hetta elvdi til samanbrestir við løgregluna, sum brúkti piparspray og løgreglustavar. - Mynd: Christian Mang/Reuters

Í morgun verður roknað við upp til 100.000 mótmælisfólk í Essen, har Alternativ für Deutschland (AfD) skipar fyri floksstevnu. Nógv eru longu komin saman í býnum tíðliga í morgun. - Mynd: Henning Kaiser/Ritzau Scanpix