Tað upplýsti Københavns Politi á tíðindafundi í dag.
– Niðurstøða okkara er, at vit ikki kunnu prógva, at dronuvirksemi hevur verið í og kring flogvøllin. Samstundis kunnu vit heldur ikki avvísa, at dronur vóru har, segði leiðandi politiinspektørurin Søren Thomassen.
Sambært løgregluni var ógreitt virksemi í loftrúminum kring flogvøllin, sum higartil ikki hevur fingið nakra greiða frágreiðing.
Fleiri fráboðanir um dronur yvir flogvøllinum førdu í september í fjør til, at allur flogferðslan varð steðgað í umleið fýra tímar.
Her fekk løgreglan fráboðanir um møguligar dronur í heyst
Eftir at fráboðanir komu um møguligar dronur yvir Københavns Lufthavn í september í fjør, vórðu fleiri líknandi hendingar skrásettar kring Danmark.
Københavns Politi almannakunngjørdi í dag úrslitið av kanningini av dronuhendingunum. Løgreglan hevur ikki megnað at prógva, at dronur vóru á flogi yvir Københavns Lufthavn, men kann heldur ikki avvísa tað.
Her eru tær mest umrøddu hendingarnar:
- 22. september: Flogferðslan í Københavns Lufthavn varð steðgað í fýra tímar eftir fráboðanir um fleiri dronur yvir flogvøllinum.
- 24. september: Møguligar dronur vórðu eygleiddar við Aalborg Lufthavn. Sama kvøld komu eisini fráboðanir um dronur við flogvallirnar í Esbjerg, Sønderborg og Skrydstrup.
- 25. september: Flogferðslan í Billund Lufthavn varð steðgað í góðan tíma eftir fráboðan um møguligt dronuvirksemi. Somu nátt varð eisini fráboðað um eina dronu yvir herstøðini hjá Jydske Dragonregiment í Holstebro.
- 25. september: Seinni sama kvøld varð loftrúmið yvir Aalborg Lufthavn aftur stongt í slakan tíma eftir nýggjar fráboðanum.
- 26. september: Ein ella tvær dronur vórðu sambært løgregluni sæddar yvir Flyvestation Karup.
- 30. september: Radarin á Aalborg Lufthavn skrásetti eitt møguligt dronuobjekt, og loftrúmið varð stongt í átta minuttir.
- 9. oktober: Loftrúmið yvir Billund Lufthavn varð stongt í stutta tíð, eftir at eitt ókent flogobjekt varð skrásett.
- 16. november: Enn einaferð varð mistanki um dronuvirksemi við Aalborg Lufthavn, og flogferðslan varð stuttliga ávirkað.
Sambært Ritzau vórðu hvørki dronur ella onnur flogobjekt skotin niður í sambandi við nakra av hendingunum.
/Ritzau/










