Løgreglan kannar spanska stjórnarflokkin

Spanska løgreglan hevur kannað høvuðsskrivstovuna hjá spanska sosialistflokkinum í høvuðsstaðnum Madrid.

Journalistar og myndafólk uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá spanska sosialistflokkinum í Madrid í dag, meðan løgreglan gjørdi kanningar í sambandi við skuldsetingar um møguligar ólógligar gjaldingar. (Mynd: Oscar Del Pozo/Ritzau Scanpix)

Tað hendir eftir boðum frá einum dómara, sum hevur givið løgregluni heimild at savna upplýsingar um møguligar ólógligar gjaldingar.

Sosialistaflokkurin er stjórnarflokkur í Spania, og Pedro Sánchez er formaður í flokkinum og forsætisráðharri í landinum.

Sambært sponsku avísini El Confidencial snýr málið seg um møgulig óreglusemi í statsliga holdingsfelagnum Sepi.

Løgreglan gjørdi í dag ófráboðaða kanning á høvuðsskrivstovuni hjá flokkinum í Madrid.

Ein talsmaður fyri sosialistaflokkin sigur við sponsku útvarpsstøðina Catalunya Radio, at flokkurin samstarvar við myndugleikarnar og tekur støðuna róligt.

Málið hevur longu elvt til nógv kjak í sponskum politikki, tí stjórnin hjá Pedro Sánchez hevur verið undir trýsti av fleiri skuldsetingum og kanningum seinastu tíðina.