Leygardagin hin 30. mai verður afturvendandi árligi bátahugnin í Hvalvík, og tað er Sundalags Bátafelag, sum skipar fyri.
Í hesum sambandi heitir Sunda kommuna á bátaeigarar, sum ikki luttaka í bátahugnanum, um at flyta bátarnar úr bátahylinum innan fríggjamorgunin hin 29. mai.
- Vinnuparkeringsøkini við havnarlagið skulu verða ruddað í seinasta lagi mikukvøldið 27. mai, sum er í kvøld.
Í Sunda kommunu siga tey, at um ivamál eru um eitt hvørt, eru fólk vælkomin at sær til Magnus Madsen, tilbúgvingar-og havnarmeistara á tlf. 297229.
Sunda kommuna og Sundalags Bátafelag takka bátaeigarum og leigarum fyri afturvendandi góða samstarvið í sambandi við bátahugnan í Hvalvík.
Vit kunnu leggja aftrat, at bátahugnin í Hvalvík er eitt sera hugnaligt tiltak, har eingi tiltøk eru, sum skugga yvir endamálinum við kvøldinum.
Hetta er eitt tiltak, sum savnar nógvar bátar og nógv bátafólk, og vanliga plaga fleiri kampingvognar eisini at verða við í Hvalvík, tá bátahugni er.










