Í nátt var løgreglan tvær ferðir boðsend á eitt skeinkistað í Klaksvík, tí var í so ófriðarligt.
Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at løgreglan fekk frið á aftur og loystu soleiðis trupulleikarnar.
Men seinni var løgreglan boðsend enn einaferð á sama stað. Tá var ein persónur handtikin. Hann er enn ikki skuldsettur, men løgreglan arbeiðir við málinum, sigur vaktleiðarin.
Men tað endaði í øllum góðum og spldi væl av.
Klokkan hálvgum fimm í morgun var tað ein persónur, sum hevði drukkið ov nógv. Løgreglan fekk fatur á viðkomandi, men tá hann varð spurdur, hvør hann var, vildi hann ikki upplýsa navnið. Tað er ólógligt sambært rættargangslógini, og tí var hann tikin við á støðina, har hann slapp at sova rúsin av. Eftir at hava verið har í nakrar tímar varð hann leyslatin við eini skuldseting fyri brot á rættargangslógina.











