Tingfundur er í dag klokkan 11, og á skránni er bara framløga. Tá verður roknað við, at álitið frá fíggjarnevnd Løgtingsins í málinum um Suðuroyartunnilin verður lagt fram.
Fíggjarnevnini hevur fingið longda freist upp á ein mánað at viðgera málið, og hóast tann tíðin er farin, so er álitið enn ikki komið í Løgtingið. Men sambært Eyðgunn Samuelsen, so vantar bara at reinskriva og rættlesa álitið, so tað verður kanska klárt til tingfundin klokkan 11.
Annað stórmál, sum eisini er farið um freistir, er álitið frá trivnaðarnevnd Løgtingsins um at hækka pensjónsaldurin. Tað gongur út uppá, at pensjónsaldurin hækkar skjótari upp í 69 ár, enn tað sum ásett í galdandi lóg um fólkapensjón.
Orsøkin til tað er, at Framsókn hevur sett sum krav fyri at góðtaka Suðuroyartunnilin, at pensjónsaldurin hækkar skjótar fyri at bøta um búskaparliga haldføri okkara.
Sambært Jørgeni Niclasen, sum formaður í trivnaðarnevndini, so verður bara bíðað eftir samgonguni.
Greitt er, at rímuliga breiður meiriluti er fyri málinum um at bjóða út arbeiði upp á Suðuroyartunnlin. Einasti flokkur sum beinleiðis er ímóti, er Miðflokkurin, ið sum hevnd fyri fríu fosturtøkuna er ímóti øllum, sum landsstýrið kemur við.
Sama mál var samtykt við aðru viðgerð í Løgtinginum 1. mai í fjør. Men málið fall burtur, tá tað ikki var avgreitt, tá tingið fór til hús.
Hesaferð gita vit, at minst 20 atkvøður eru fyri:
Fólkaflokkurin: 4 atkvøður fyri.
Sambandsflokkurin: 0-4 atkvøður fyri
Javnaðarflokkurin: 9 atkvøður fyri
Tjóðveldi: 4 atkvøður fyri
Framsókn: 3 atkvøður fyri
Miðflokkurin 0 atkvøður fyri
Sambandsflokkurin hevur eitt broytingaruppskot um at bjóða út báðar linjuføringarnar. Tað verður ikki samtykt. Spurningurin er so, hvat flokkurin ger, um partar av flokkinum so atkvøða fyri. Tað er rættiliga hugsandi, so verða kanska 4 atkvøður úr Sambandsflokkinum eisini fyri.
Verri er við málinum um at hækka pensjónsaldurin. Har fær samgongan ongan stuðul úr andstøðuni, tí andstøðuflokkarnir eru ímóti at hækka pensjónsaldurin.
Tað merkir, at um bara tvey úr samgonguni leypa frá, so fellir málið.
Hetta málið er serliga eymt fyri Javnaðarflokkinum, sum eitt nú hevur lovað styttri arbeiðsviku. Løgmaður sigur, at »vit hava gjørt semju um at hækka pensjónsaldurin á henda hátt« – og væntar harvið, at full undirtøka er fyri málinum.
Spurningurin er, um øll tingfólkini halda tað – ella um onkur ger vart við brotna lyftið um styttu arbeiðsvikuna. Tí veruleikin verður annars, at flokkurin, sum lovaði styttri arbeiðsviku gav fólkinum longri arbeiðslív. Tað kann svíða á valinum seinni í ár.










