Tað sigur leiðarin hjá Moderatum á veg til samráðingar um nýggja stjórn í Danmark, sum er á Marienborg.
– Eg havi ikki tosað við nakran um dýra biðidag, tí fyri meg er dýra biðidagur ein veruleiki, at hann er tikin burtur. Tað gav okkum ein búskaparligan vinning, og tað gav okkum eitt arbeiðsútboð, sigur Løkke.
Hann vil »gera Danmark ríkari og økja um arbeiðsútboðið«, og tað kanst tú ikki gera við at innføra dýra biðidag aftur, sigur Løkke.










