Lønin dekkar ikki prísvøksturin!

Tey flestu hava merkt ógvusligu ávirkanirnar av dýrkaðum vørum seinastu árini. Tað er ikki til stuttleikar, at tað verður víst til hetta, tá tosað verður um, hvussu nógv lønin hjá verkafólki skal hækkað komandi árini.

Veruleikin er, at prísvøksturin merkist ymiskt. Jú lægri tín løn er, jú harðari merkist prísvøksturin. Tað ber heldur ikki til hjá nógvum av okkara fólkum at leggja um ella at renna undan útreiðslum, vit skulu jú hava mat á borðið.

 

Frá 2022 til 2024 er breyð, kjøt og grønmeti í miðal hækkað 20,5%. Hetta merkist munandi harðari hjá teimum, ið hava truplast við at fáa endarnar at røkka saman. Skal grundlønin hjá verkafólki hækkað, so at tað dekkar prísvøksturin av breyði, kjøti og grønmeti, so skuldi lønin í veruleikanum hækkað 29,71 krónur um tíman.

 

Tað er ikki til stuttleikar, at vit eru farin í verkfall. Vit hava gjørt okkara fyri at tryggja góðu gongdina í Føroyum, men nú hava verkafólk tørv á, at hetta merkist á lønini.

 

Okkara krøv eru púra rímilig, og vit vita, at arbeiðsgevarin hevur ráð.

 

 

 

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag