Løgtingið samtykti fyri løtu síðani við stórum meiriluta at geva bólki 5B 750 eyka fiskidagar restina av árinum.
Umframt samgonguflokkarnar atkvøddu tingfólkini hjá Miðflokkinum og Sjálvstýri fyri uppskotinum. Tingfólkini hjá Framsókn og Tjóðveldi atkvøddu ímóti. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum luttók ikki í atkvøðugreiðsluni.
Uppskotið varð lagt fram, tí fiskidagarnir hjá útróðrarflotanum í bólki 5B vóru um at verða uppi. Uttan fleiri fiskidagar var tí vandi fyri, at bátarnir í bólkinum noyddust at liggja tað, sum eftir er av fiskárinum.
Bólkur 5B fevnir um útróðrarbátar undir 15 tons, sum royna á innaru leiðunum. Við lógini fær bólkurin 750 eyka fiskidagar at býta sínámillum restina av 2026.
Málið varð skundviðgjørt í Løgtinginum. Tað merkir, at tær tríggjar viðgerðirnar eru avgreiddar skjótari enn vanligt, so bátarnir kunnu halda fram við fiskiskapinum.
Endaliga atkvøðugreiðslan var 24 atkvøður fyri og átta ímóti. Eingin atkvøddi blankt.
##med2##












