Longu í farnu viku gjørdist tað greitt, at Ari Olsen og liðfelagar hansara í Vendsyssel FF høvdu tryggjað sær uppflyting til næstbestu donsku fótbóltsdeildina.
Tí valdi høvuðsvenjarin í dag at geva fleiri av teimum, ið hava sitið á beinkinum undanfarnu dystirnar í dag, tá Vendsyssel á útivølli leikti móti HIK í Hellerup.
HIK vann dystin 4-3. Tað ótrúliga var, at Vendsyssel eitt skiftið var á odda 3-1. Donavan Bagou hjá heimaliðnum framdi tað bragd at skjóta øll fýra málini hjá heimaliðnum. Tvey av teimum vóru enntá skotin í yvirtíðini.
Tað er tó lítil skaði hjá Vendsyssel, ið hevur tryggjað sær uppflytingina.
Vendsyssel er næstfremst í ovara endaspælinum í næstbestu deildini við 60 stigum.
Vendsyssel FF endar kappingarárið við dysti á heimavølli komandi leygardag klokkan 13 við dysti á heimavølli móti Næstved.











