Lyon Hansen vant Spæliplásið í gongd á G! festilvasins næsta degi 2025. Tað var kanska eitt sindur trekt í fyrstuni. Klokkan var blivin 17, men tað føldist næstan sum, at tað var miðdagur. Fólkið var ikki ordiliga komið í gongd aftur. Nógv vóru niðri á strondini ella á veg upp úr hitapottunum. Tað var lítið av fólki, tá konsertin byrjaði, men Spæliplássið var mestsum fult, tá hon var av.
##med2##
Tað er týðiligt, hvar tónleikaligi íblásturin hjá Lyoni kemur frá. Tað er amerikanskur fólkatónleikur við country-blues dámi og ekkóum av sovorðnum sum Tom Waits, Nina Simone og The Band. Og tað ljóðar akkurát soleiðis. Hann rakar plett við sangskrivingini og instrumenteringini og bólkalimunum, sum eisini skilja uppgávuna til fulnar. Teir eru eitt sindur bluesbeiggja-kendir. Undirspældir, tryggir og musikalskir. Hetta er biltúrmusikkur, sum koyrir beint eftir landavegnum, og Lyon meistrar hetta tónleikaliga staðið, har tað amerikanska hittir tí bygdasliga føroyska. Men tað er eisini ein veikleiki, at tað ljóðar akkurát sum tað, sum tað er. Tú veitst, hvat fer at henda. Eisini sjálvt orðavalið í sangunum fylgir reglunum, og heilin byrjar heilt automatiskt at gita endarímini, og hann fær ofta rætt. Tað kennist viðhvørt sum endurnýtslusangskriving, har øll tey musikalsku og lyrisku eyðkennini úr vesturheimsligu sangkistuni verða endurbrúkt á ein heldur óreflekteraðan hátt. Lyon eigur allar referensurnar í sínum skallakongaríki, men tær hava onkursvegna eisini tikið ræði á honum. Tað eru ikki altíð beinleiðis klisjéir, men ofta eru tað máliskur, sum ljóða væl – men slitnar. Tað er ikki vánaligt, men tað er forútsigiligt.
Hetta er ofta galdandi, tá Lyon skrivar á enskum.
Tá hann skrivar á føroyskum, er tað øðrvísi.
Brádliga eru orðingarnar originalar og litríkar. Endarímini fara frá "eyes" / "recognize" til "prince light"/ "sprite", sum gott nokk eisini eru ensk orð, men sum verða brúkt í føroyskum samanhangi. Tað ressonerar bara á einum djypri støði, tí myndirnar eru væl kendar og følast persónligar. Ofta nýtir hann eisini kendar máliskur á føroyskum sum t.d. "vendir og snarar" saman við "fløðir og fjarar", og tað riggar bara nógv betur. Brádliga fáa vanligar orðingar heilt nýtt flog, tí Lyon brúkar tær við originaliteti og kenslusemi; ikki bara sum endurtøkur og ekkó úr amerikonskum sangsiði. Myndirnar verða nógv týðiligari og sterkari, hygg bara at hesum dømi: "Tjøldrini klippa náttina í tvey". Tað er ein framúrskarandi linja, ið bæði skapar meining og poesi í sanginum.
Sangurin Leið 400 er eitt gott dømi um, hvussu væl Lyon skrivar. Hann tekur eina serføroyska (og serbygdasliga) søgu um at skiljast á farstøðini og gevur henni eksistentielt flog við rámandi myndum um lív og deyða, sum eru á tremur við kenslum. Forbannað gott.
Konsertin var í tveimum helvtum. Tann fyrra var amerikonsk, tann seinna var føroysk. Mær dámdi nógv betur ta seinnu. Og tað hjálpti eisini, at Spæliplássið stigvíst fyltist, og hetta speglaðist eisini aftur í Lyoni, sum ordiliga raknaði við tað seinasta korterið av konsertini. Hann tóktist mær kanska eitt sindur trekur at byrja við, sum at hetta bert var ein konsert aftur at rúgvuni, men kenslan broyttist, sum konsertin fráleið. Um nakar ivist í, hvaðani maðurin kemur, so gjørdu áskoðararnir greitt, at hann er lokalur. Hetta hoyrdist í teimum eyðkendu Losju-fagnaðarrópunum millum løgini, tá tey láta sum okkurt løgið fuglaslag. Hevur nakar navngivið hetta fyribrigdið? "Grótróp" kundi tað kallast, hugsi eg. Grótrópini ljómaðu so væl og virðiliga millum løgini, og fjøldin læt sum heild væl at, kanska serliga tá tey eldru løgini sum "Sister". vórðu spæld.
Guðrið Hansdóttir kom á pallin til tvey tey seinastu løgini, men hon sang og spældi bara undir hjá Lyoni. Eg saknaði at hoyra hennara framúrskarandi rødd einsamalla, tá hon nú stóð har.
Alt í alt var tað ein heilt góð konsert, sum av sonnum skeyt fríggjadagin í gongd.
##med3##