Tað skrivar BBC.
Kinnock, sum er føddur í Tredegar í Wales, var varaheilsuráðharri í stjórnini hjá Keir Starmer. Við nýggja starvinum fær hann eina uppflyting.
Ráðharrin fyri Wales skal tryggja, at áhugamálini hjá Wales verða tikin við í arbeiðinum hjá bretsku stjórnini. Samstundis umboðar hann stjórnina í Wales.
Andy Burnham tók mánadagin við sum forsætisráðharri og fór beinanvegin undir at seta nýggja stjórn.
Stephen Kinnock hevur eina sera politiska familjubakgrund. Umframt at vera giftur við Helle Thorning-Schmidt síðani 1996 og eiga tvey børn saman við henni, er hann sonur fyrrverandi Labour-formannin Neil Kinnock og Glenys Kinnock, sum áður var limur í ES-tinginum.
Hann varð fyrstu ferð valdur í bretska Undirhúsið í 2015.
Saman við útnevningini av Kinnock hevur Burnham gjørt fleiri broytingar í stjórnini. Millum annað eru Rachel Reeves og David Lammy farnir úr stjórnini.
Fyrrverandi verjumálaráðharrin John Healey er vorðin fíggjarmálaráðharri, Ed Miliband er nýggjur uttanríkisráðharri, og Wes Streeting er útnevndur verjumálaráðharri.









