Tað boðar bretska stjórnin frá í morgun.
Hetta er fyrsta ítøkiliga politiska átakið hjá Burnham, síðani hann í gjár varð tikin í eið sum forsætisráðharri. Í fyrstu røðu síni lovaði hann at geva bretum eitt fíggjarligt andarúm.
– Eg lovaði at geva fólki eitt fíggjarligt andarúm, og tað er júst tað, sum vit boða frá á mínum øðrum degi sum forsætisráðharri.
– Vit fara nú undir at lækka skattin á elrokningini, geva fólki meira at liva fyri og endurreisa vónina, sigur Andy Burnham á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini.
Skattalættin kemur í gildi í oktober og skal minka um útreiðslurnar hjá húsarhaldunum til el.
Andy Burnham tók í gjár við sum bæði forsætisráðharri og leiðari í Labour eftir Keir Starmer.











