Sambært løgregluni varð boðað frá hendingini klokkan 18.32 lokala tíð. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús, men lívið stóð ikki til at bjarga.
Sambært miðlinum New York Post var maðurin í munkaklæðum og legði eitt tibetskt flagg á gongubreytina, áðrenn hann festi eld á seg. Hendingin varð stroymd beinleiðis á internetinum.
Løgreglan fann eisini skjøl við tekstinum »China out of Tibet«, sum er eitt slagorð, ið verður knýtt at rørsluni fyri sjálvstýri hjá Tibet.
Kinesiska stjórnin metir Tibet sum ein part av Kina, meðan nógvir tibetar í útlegd halda, at kinesiska nærveran í økinum er ein herseting.
Hendingin fór fram fáar dagar undan 91 ára føðingardegnum hjá Dalai Lama. Kinesiska stjórnin hevur boðað frá, at hon ætlar at tilnevna næsta Dalai Lama, meðan Dalai Lama sjálvur hevur víst hesum aftur.x










