Manningin á Bandero, skipinum hjá Paul Watson-felagsskapinum, er framvegis umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Sundahavn í Reykjavík.
Tað skrivar RÚV.
Sambært Skúla Jónssyni, yvirløgreglumanni hjá løgregluni á høvuðsstaðnum, halda tveir løgreglumenn vakt við skipið. Hann sigur, at einki bendir á, at manningini manglar nakað.
– Tey hava vatn umborð, og um meira skal til, verður tað veitt. Umboð fyri sendistovur hava vitjað skipið, og í gjár fingu tey eisini pizza koyrda umborð, sigur hann.
Manningin telur 21 fólk. Útlendingastovnurin hevur enn ikki tikið støðu til, um fólkini skulu vísast úr Íslandi og fáa innferðarbann, soleiðis sum løgreglan hevur mælt til. Tá avgerðin er tikin, fáa tey tríggjar dagar at gera viðmerkingar.
Løgreglan hevur lagt hald á fleiri lutir í sambandi við kanningina, millum annað teldur, fartelefonir, siglingarútgerð, sjóbøkur og minniskort úr GoPro-myndatólum og dronum.
Manningin hevur funnist at, at hon ikki hevur fingið eitt yvirlit yvir lutirnar, sum hald er lagt á. Skúli Jónsson sigur, at eitt slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum.
Ein av manningini hevur eisini hildið upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur.
– Fríggjakvøldið fekk løgreglan dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum og leggja hald á lutir, sum kunnu hava týdning fyri kanningina, sigur hann.
Løgreglan vónar, at málið verður avgreitt skjótari enn tær fýra vikurnar, sum útlendingalógin í mesta lagi loyvir, at manningin skal vera umborð á skipinum.










