RÀK er ein verkætlan, sum FAB LAB í Vági stendur á odda fyri.
Hetta snýr seg ym at endurvinna úr plasti og burturkasti.
FAB LAB hevur tøkni og tól av ymsum slag, men í samband við nýggju ætlanina krevst ávís tøkni, og í hesum sambandi er RÀK farið at royna seg á Hópfígging, har øll kunnu stuðla ætlanini.
Hetta er royndarverkætlanin fyri eina størri visjón, sum partur av Fab Lab Vágur: at menna eitt fyribils endurnýtslu- og nýskapanarlab (reuse and innovation lab), grundað á staðbundnar tilfeingiskeldur.
RÁK Lab leggur grundarlagið undir eitt langtíðararbeiði, har Fab Lab Vágur yvir komandi ár fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði.
Verkætlanin fer at koyra samstundis við virkseminum hjá Fab Lab komandi árini og fer at kanna ítøkiligar mátar, at umskapa burturkaststilfar til nýggjar vørur, samstundis sum hon fremur burðardygd, skapandi arbeiði og staðbundna nýskapan.
Fab Lab Vágur er eitt skapandi og burðardygt prototypaLab í Suðuroy, har øll kunnu koma inn at brúka tøkni, so sum 3D-prent, laserskerara, CNC-maskinur og aðra talgilda framleiðslutøkni, til at menna hugskot. Okur sameina nýggja tøkni, lokalt tilfeingi og felagsskap í verkætlanum innan endurnýtslu, ull, tara og plast, verður m.a. sagt um verkætlanina.
Meira sæst um verkætlanina her: RÁK - Hópfígging










