Maria avrikaði aftur væl móti verandi meistarunum

Maria P. Nólsoy og Jana Mittún skoraðu og løgdu upp til 15 mál í kvøld

Liðini hjá Mariu P. Nólsoy og Janu Mittún, Horsens og Viborg spældu í kvøld næstseinastu dystirnar í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Bæði liðini møttu sterkari mótstøðu í bólki 2.

 

Maria og liðfelagarnir í Horsens stóðu seg heiðurliga á útivølli móti verandi meistarunum, Odense. Odense vann 34-31 á Horsens, ið tó vann seinna hálvleik, tí í steðginum var Odense á odda 20-15.

 

Maria stóð seg væl, og var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Horsens. Maria legði eisini upp til fimm mál (assist). Maria hevur í tveimum dystum móti Odense í ovara endaspælinum skorað níggju mál, og hon hevur eisini lagt upp til níggju mál. 

 

Jana og liðfelagarnir í Viborg taptu á útivølli 27-31 fyri Ikast, ið var á odda 18-15 í steðginum.

 

Jana skoraði trý mál og legði upp til tvey mál.

 

Ikast er fremst í bólkinum við 11 stigum, meðan Odense hevur 10 stig. Viborg hevur tvey stig, og Horsens hevur fyrsta stigið til góðar.

 

Leygardagin klokkan 15 møtast Viborg og Horsens í BIO CIRC Arena í Viborg. Talan verður um seinasta dystin hjá Mariu fyri Horsens, ið fer at spæla við Keypmannahavn komandi kappingarár.