Alsamt fleiri leikarar á føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti taka eitt fet uppeftir í støði, tá talan er um skifta til framtíðar feløg.
25 ára gamla Marita Mortensen skiftir 1. juli frá HØJ, ið liggur til at vinna niðara endaspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini til Nykøbing Falster Håndbold, ið liggur til at vinna pláss í hálvfinalunum um danska meistaraskapið. Millum manna verður liðið nevnt: NFH.
Við heimasíðu felagsins sigur Marita: - Eg eri sera fegin um møguleikan at sleppa at spæla við NFH. Hjá mær var talan um eitt lætt val. Eg haldi, at felagið hevur eitt sterkt "setup" við góðum venjarum og dugnaligum leikarum, ið eg síggi fram til at læra nógv av, og samstundis fari eg at gera mítt besta fyri liðið. NFH hevur ein ótrúliga góðan heimavøll við framúr góðum áskoðarum, ið megna at skapa ein góðan róm í høllini. Tað er nakað eg síggi fram til at gerast partur av. Eg síggi mega nógv fram til at menna meg sum leikara í tí góðu umstøðunum hjá NFH. Sigur Marita við heimasíðu felagsins.
Heimasíðan hjá NFH skrivar, at Marita er ein sterkur bakkur við altjóða landsliðsroyndum.
Sunnudagin klokkan 14 spælir Marita seinasta dystin við HØJ, ið endar niðara endaspælið á heimavølli við dysti móti Silkeborg-Voel. Fær HØJ stig vinna tær niðara endaspælið. Vinnur Silkeborg-Voel endar HØJ á einum øðrum plássi.
##med2##












