Dagurin fyri dómin á Marius Borg Høiby er ásettur. Dómurin í málinum verður sagdur mánadagin 15. juni kl. 8:30.
Tað upplýsir landsrætturin í Oslo sambært TV 2 Noreg. Dagfestingin varð eisini váttað fyri norska miðlinum Nettavisen.
Dómurin skuldi væntandi verða sagdur í juni.
Marius Borg Høiby, sum er sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit, er ákærdur fyri tilsamans 40 ákærur.
Ákærurnar fevna um fýra neyðtøkur, misnýtslu í nærsambondum, harðskapur, grov brot á rúsevnislógir og hóttanir.
Marius Borg Høiby hevur noktað seg sekan í álvarsamastu ákærunum.
Dómurin verður meira enn tveir mánaðir eftir seinasta rættarfund í málinum.
Rættarmálið byrjaði í februar og vardi seks vikur til mars.
/Ritzau/










