Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad vunnu ein flottan sigur á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á Portland Park leikvøllinum í Aalborg vann Aarhus Fremad 1-0 á gamla stórliðnum, AaB. Anders Holvad stútaði bóltin í netið inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Og so kundu Martin og liðfelagarnir stórfegnast um ein góðan sigur á útivølli. Talan var um annan sigurin á rað hjá Aarhus Fremad.
Aarhus Fremad er nummar átta í deildini við 26 stigum. Aarhus Fremad er trý stig frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið.
Á sætta plássinum við 29 stigum er Kolding, ið má klára seg uttan Meinhard E. Olsen í hesum døgum. Kolding vann á heimavølli 2-1 (0-0) á Hobro. Eisini teir skutu sigursmálið í yvirtíðini.
Í morgin klokkan 13 taka Poul Kallsberg, Pætur Petersen og liðfelagarnir í Hillerød móti B93 á heimavølli.










