Orðini hjálpa okkum á leið, tá ið vit eru í ávísari støðu, tey siga okkum søgur um kærleika og óendaliga óteljandi kenslur. Tónleikur og skaldskapur eru tvær ymiskar listagreinar, men tá ið hesar báðar listagreinar renna saman í eitt, gongur alt upp í eina hægri eind. At skriva ein tekst, sum sameinir orð og lag krevur góð listafólk, sum megna at røkka áhoyraran.
Ársins tekstur er: Eina aftrat - ASA










