FMA 2026: Ársins tónaskald: Elinborg Pálsdóttir

Tónaskald blása lív í nýggjar tónar, tey megna at geva okkum gávur, tónlistarligar gávur, sum vit fegin taka til okkum og sansa í okkara egna hugaheimi.

Tónlistarleiðin er krevjandi tilgongd, har skaldið skal spæla sær við ymiskar tættir, sum at enda verður ein heild, sum føroyingar gerast ríkari av. Seinasta árið hava fleiri tónaskald blást lív í nýggjar tónar og tónlistaverk - sera dygdargóð tónlistaverk.

Ársins tónaskald er Elinborg Pálsdóttir