Martin og liðfelagarnir taptu á útivølli

Aarhus Fremad mátti lúta fyri Hvidovre

Martin Agnarsson, ið var á vikuliðnum farna umfarið, og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á leikvøllinum í Hvidovre tapti Aarhus Fremad 0-2 fyri heimaliðnum. Hvidovre skoraði bæði málini undan steðginum. 

 

Martin var á vøllinum í 73 minuttir. 

 

Aarhus Fremad hevði bóltin 66 prosent av tíðini, og teir høvdu líka nógvar royndir innanfyri málrammurnar sum Hvidovre, men tað fingu teir ikki gagnnýtt.

 

Aarhus Fremad er triðaftast í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir. 

 

Mikudagin klokkan 17 hevur Aarhus Fremad heimadyst móti Kolding, ið hevur Meinhard E. Olsen á liðnum. Kolding tekur móti Lyngby á heimavølli í morgin klokkan 12.

 

Í morgin klokkan 13 hevur liðið hjá Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg, Hillerød heimadyst móti Hobro.