Mattias Hellisdal slapp at spæla fyrra hálvleik, og fekk eitt gult kort, tá hann og liðfelagarnir í Västerås spældu dyst á útivølli í bólki 7 í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
Á útivølli á Bravida leikvøllinum í Göteborg tapti Västerås stórt 1-4 fyri BK Häcken. Mattias kann ugga seg við, at bert eitt mál fór inn meðan hann var á vøllinum.
Í 56. minutti javnaði Jens Magnusson til 1-1. Men innanfyri átta minuttir hevði heimaliðið lagt seg á odda 3-1, og í yvirtíðini staðfestu teir sigurin.
Häcken er fremst í bólkinum við seks stigum. Västerås og AIK Stockholm hava trý stig hvør, meðan Oddevold er aftast við ongum stigi.
Mánakvøldið 9. mars klokkan 18 møtir Västerås Oddevold á heimavølli. Mikudagin klokkan 13.30 spælir Västerås venjingardyst móti Gefle.











