Seinnapartin klokkan 15 hittast verandi føroyameistararnir, KÍ og verandi bronsuvinnararnir, NSÍ við Løkin í Runavík.
Í fjør vann KÍ allar tríggjar dystirnar móti NSÍ. Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum hevur KÍ vunnið 16 dystir, meðan NSÍ hevur vunnið tríggjar dystir. Ein dystur er endaður við javnleiki.
KÍ hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,40 og 1,50.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,20 og 4,80.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 4,90 og 5,60.
HER eru oddsini:
##med2##
HB er í heimadystinum móti 07 Vestur størsti favoritturin í hesum umfarinum. Meðan tað er púra javnt í dystunum EB/Streymur-AB og B68-Skála ÍF:
##med3##













