Mest sannlíkt er at eldurin ikki er ásettur

Løgreglan er um at koma til eina niðurstøðu um eldin í húsum í Hornabø í Havn

Ein fyribils niðurstøða hjá kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at tað er ikki nakað tekin um, at eldurin varð ásettur. Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

Hann sigur, at tað endaliga niðurstøðan ikki er gjørd enn, men hon kann vera, at tað er mest sannlíkt, at eldurin ikki er ásettur, men at tað tó ikki kann útilokast. Men einki er sum bendir á, at eldurin er ásettur. Tað er tað, sum sigast kann higartil, sigur vaktleiðarin.

Tað var sunnukvøldið tann 17. august, at eldur kom í eini sethús í Hornabø í Havn.

 

Eftir lítlari løtu stóðu húsini í ljósum loga, og eldurin stóð út gjøgnum øll vindeygu og upp gjøgnum tekjuna.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##