##med2##
Danska foræstisráðfrúan, Mette Frederiksen, er nakað stúrin um seinastu tímarnar.
Tað segði hon á einum stuttum tíðindafundi í forsætisráðnum eftir toppfundin í gjár millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Eg havi staðfest, at russar hava hildið fram at herja á, meðan vit hava sitið á fundinum. Tað kann ikki lesast sum annað enn, at teir ætla at halda fram við ósemjuni og álopinum inn í Evropa á ein ella annan hátt, sigur hon.
Sambært amerikanska forsetanum varð á toppfundinum avgjørt at fremja friðaravtalu heldur enn vápnahvíld.
Mette Frederiksen óttast fyri, at Russland fer at brúka ein møguligan steðg í bardøgunum í Ukraina fyri at koma sterkari aftur.
Hóast Trump hevur roynt at fáa eina friðaravtalu, heldur forsætisráðfrúan ikki, at Putin ynskir frið.
- Eg haldi ikki, at vit kunnu leggja nakað virði í orðini hjá Putin. Eg haldi ikki, at hann vil hava frið, sigur hon.
Spurningurin er so, hvat endamálið er við samráðingunum.
- Jú, tað má eisini diskuterast. Eg viðgangi opinbart, at eg eri meira á tí síðuni, sum heldur, at vit mugu vinna hernaðarliga á Russlandi, tí tá tey hava viljan at drepa evropearar, so noyðast vit eisini at hava viljan at verja okkum, sigur hon.
Tí er tað týdningarmesta, at Evropa framhaldandi stuðlar Ukraina hernaðarliga, sigur forsætisráðfrúan.
Hetta skal tryggja, at Ukraina kann halda fast og standa sterkari, tá tað at enda setur seg við samráðingarborðið.
- Vit gera tað longu nú, tí tað er støðugur tørvur á bæði at fáa fleiri hernaðarligar førleikar inn í Ukraina at stuðla teirra egnu framleiðslu, sum vit eru djúpt inni í, sigur hon og greiðir frá, at Evropa skal stuðla enn meira.
Amerikanski forsetin hevur heitt á Ukraina um at gera eina avtalu um at enda kríggið eftir fundin við russiska forsetan, har eingin avtala um vápnahvíld fekst.
Eftir ætlan skal forsetin í Ukraina vitja Washington D.C. mánadagin.
Her hevur Trump boðað frá, at hann fer at avtala ein fund við russiska og ukrainska forsetan, um fundurin mánadagin gongur væl.
Í nátt hildu Russland og Ukraina fram við krígnum, sum er tað deyðiligasta í Evropa í 80 ár og hevur dripið ella sært yvir eina millión báðumegin.
Trump hevur áður hótt Russland við revsitiltøkum, men hevur higartil ikki fylgt hóttanini upp, eisini eftir at Putin fyrr í hesum mánaðinum ignoreraði eina vápnahvíld.
/Ritzau/
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, heldur eftir toppfundin, at tað er umráðandi framhaldandi at stuðla Ukraina hernaðarliga. (Savnsmynd). - Mynd: Philipp Von Ditfurth/Ritzau Scanpix