Í dag er danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í Grønlandi á vitjan, og tað er grønlendska stjórnin, sum er vertur.
Vitjanin kemur í lag, eftir harða ágangin úr USA, har forseti landsins, Donald Trump, ferð eftir ferð hevur sagt, at Grønland eigur at gerast ein partur av USA.
Í Nuuk hevur Mette Frederiksen eisini hitt tíðindafólk.
Tá hon er spurd, um kreppan er av, nú Donald Trump hevur sagt, at hann ikki fer at brúka hermegi móti Grønlandi, svarar forsætisráðharrin:
- Støðan er framvegis álvarslig, men nú hava vit eina ætlan, sum skal roynast saman við amerikanarum.
Mette Frederiksen sigur, at Danmark alla tíðina hevur sagt, at landið sjálvsagt ynskir at fáa í lag eina avtalu.
Tá Danmarks Radio spyr, um forsætisráðharrin hevur álit á Donald Trump, vil hon ikki svara spurninginum beinleiðis.
- Nú hyggja vit frameftir í vónini um, at vit kunnu fáa í lag eina avtalu, sum byggir á tað, vit alla tíðina hava hildið upp á, sigur hon.











