Í EM-millumbólki 2 í Malmö Arena gjørdi Sveis í dag ein "Føroyar" móti Ungarn.
Sveis var á odda 25-18 í seinna hálvleiki, men so steðgaði upp hjá teimum. Ungarn skoraði seks mál á rað, og so var støðan 25-24. Tað endaði við javnleiki 29-29. Sveis var á odda 20-14 í steðginum.
Tá okkara spældi móti Sveis í fyrsta umfarinum í innleiðandi bólkaspælinum vóru Føroyar á odda 19-13 í seinna hálvleiki. Í 12 minuttir mistu Føroyar takið, og Sveis vendi støðuna 13-19 til eina 21-19 leiðslu.
Lenny Rubin var við sjey málum toppskjútti hjá Sveis. Við fimm málum var Miklós Rosta toppskjútti hjá Ungarn.
Fyrr í dag vann Kroatia í sama bólki 30-29 (19-15) á Íslandi.
Svøríki og Slovenia, ið spæla í kvøld hava tvey stig hvør. Tað hava Ísland og Kroatia eisini. Ungarn og Sveis hava eitt stig hvør.
HER er skráin fyri millumbólk 2:
23. januar: Ísland – Kroatia 29-30
23. januar: Sveis – Ungarn 29-29
23. januar: Slovenia – Svøríki, kl. 19.30.
25. januar: Slovenia – Ungarn, kl. 14.30.
25. januar: Ísland – Svøríki, kl. 17.
25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.
27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.
27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.
27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.
28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.
28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.
28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Sveis-Ungarn 29-29 (20-14):
##med2##











