Tað er tað eftir at ein samveldisdómari hevur staðfest, at navnabroytingin ikki hevði lógarheimild.
Sambært Reuters noktaði dómarin fríggjadagin at seta dómin í bíðistøðu, hóast umsitingin hjá Trump hevði biðið um tað, meðan málið verður viðgjørt í hægri rætti.
Sambært dóminum skuldi navnið hjá Trump vera tikið burtur av bygninginum áðrenn midnátt fríggjakvøldið. Freistin varð ikki hildin, men umleið hálvanannan tíma seinni byrjaði arbeiðið, og stutt eftir klokkan trý um náttina vóru bókstavirnir tiknir niður.
Frammanundan stóð á framhliðini:
"Donald J. Trump and John F. Kennedy Memorial Center for the Performing Arts".
Kennedy Center er uppkallað eftir fyrrverandi amerikanska forsetanum John F. Kennedy, sum varð dripin í 1963.
Málið stavar frá, at Trump í fjør skifti fleiri limir út í nevndini fyri Kennedy Center. Síðani samtykti nevndin at broyta navnið á stovninum, so navnið hjá Trump eisini varð partur av tí.
Men tann 29. mai avgjørdi dómarin Christopher Cooper, at bert amerikanska Kongressin hevur heimild at broyta navnið á mentanarstovninum. Tí skuldi navnið hjá Trump takast av bæði bygninginum og heimasíðuni hjá stovninum.
Trump-umsitingin hevur kært avgerðina, men dómarin hevur nú staðfest, at dómsúrskurðurin skal galda, meðan kæran verður viðgjørd.
Løgfrøðingar hjá umsitingini hava ført fram, at tað gevur lítla meining at broyta navnið nú, um tað kortini møguliga verður broytt aftur seinni.
Málið varð reist av demokratiska kongressliminum Joyce Beatty úr Ohio.
– Lógin er greið. Bert Kongressin kann broyta navnið á Kennedy Center, siga advokatarnir hjá henni.











