Netanyahu finst at friðarætlan hjá sínum egna heri

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, finst at ætlanaum um avmarkaðan krígsfrið í Gazageiranum

Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael , finst nú at ætlan hjá landsins heri um at steðga krígnum á eini ávísari neyðhjálparleið í Gazageiranum.

Tað upplýsir eitt ónevnt umboð frá ísraelsku stjórnini, skrivar tíðindastovan Reuters .

– Tá forsætisráðharrin um morgunin hoyrdi um ætlanirnar um ein 11 tímar langan humaniteran steðg, gjørdi hann greitt yvir fyri ovast hernaðarligu ráðgevarum sínum, at tað kundi hann ikki góðtaka, verður sagt.

Í gjáramorgunin boðaði ísrelski herurin frá, at hann vildi steðga stríðnum á eini ávísari neyðhjálparrutu.

Rutan er frá Kerem Shalom-marknaliðnum í syðra parti av Gaza til Evropiska Sjúkrahúsið í Khan Younis.

Bardagarnir verða steðgaði hvønn dag frá klokkan 08 til 19.

Svarið hjá Netanyahu vísir politisku ósemjurnar um, hvussu Ísrael skal handfara veitingina av neyðhjálp til Gazageiran.

Tað er ógreitt, um Netanyahu sjálvur hevur rættin at broyta ætlanirnar.

Tjóðskaparligi trygdarráðharrin í Ísrael, Itamar Ben-Gvir, hevur sagt steðgirnar vera »vitleysar og ein avskeplaður framferðarháttur« í krígnum.

/ritzau/Reuters

 

 

Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix