Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 9. mai.
Tveir nevndarlimir standa fyri vali; teir eru Tórhallur við Gil, sum er næstformaður í Lærarafelagnum og lærari í Runavíkar komunuskúla, og Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari í Lærarafelagnum og lærari í skúlanum á Argjahamri. Tá ið freistin at stilla upp til nevndarvalið var úti leygarmorgunin klokkan 10.00, vóru teir báðir teir einastu, sum stillaðu upp til, og tí eru teir valdir í nevndina uttan nakað val.
Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur.
Á aðalfundinum skal ein 1. tiltakslimur og ein 2. tiltakslimur veljast til nevndina.
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 9. mai. Tá verður ársins vinnari av Veðurlagsvirðislønini eisini avdúkaður, skrivar Føroya Lærarafelag.











