Niels Juel Arge er fríttstillaður frá í dag at rokna. Hann skal tó komandi tíðina vera til taks at svara fyrispurningum, sum kunnu stinga seg upp m.a. í sambandi við, at eitt stjóraskifti fer fram á Strandfaraskipum Landsins.
Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á SSL, tekur við sum virkandi stjóri.
Tað skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.
Hann fær løn í 10 mánaðir.












