Leygardagin var bronsudysturin leiktur í afrikanska endaspælinum í fótbólti hjá monnum millum Nigeria og Egyptaland.
Í vanligu leiktíðini var einki mál skotið á Stade Mohamed V leikvøllinum í Casablanca í Marokko, og so endaði uppgerðin við brotssparkskapping.
Í brotssparkskappingini setti Nigeria fýra av fimm brotsspørkum í netið, meðan Egyptaland bert megnaði at skora upp á tvey av fýra brotsspørkum.
Mohamed Salah var annar av leikarunum, ið brendu hjá Egyptalandi.
Í kvøld klokkan 19 verður finalan millum vertstjóðina, Marokko og Senegal leikt á Stade Prince Moulay Abdallah leikvøllinum í Rabat.











