- Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 12. juni, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Hetta sigur Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi nú seinnapartin.
- Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar. Broytingarnar koma í gildi tann 20. august 2026.
Lagt verður aftrat, at rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá broytingarnar koma í gildi.










