Marius Borg Høiby varð mánadagin ákærdur fyri tilsamans 32 ákærur, harav fýra ákærur um neyðtøku og misnýtslu í nærsambondum. Tað snýr seg um sjey kvinnur.
– Tað er nú greitt, hvat ákæruritið verður. Nú skal tað í rættin, sum skal gera av, hvussu tað endar.
– Øll, sum hava við málið at gera, halda tað vera avbjóðandi og trupult, sigur krúnprinsurin sambært NTB.
Norska kongshúsið fer at royna at røkja sínar skyldur óávirkað av ákæruritinum, stendur í fráboðanini.
Marius Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit frá fyrrverandi hjúnalag.
/Ritzau/