Sjálvt um tað er løgmaður, sum ger av, nær løgtingsvalið verður skrivað út, so kann Løgtingið eisini samtykkja nýval

Nú er í mesta lagi eitt ár til løgtingsvalið

Í dag eru trý ár síðani seinasta løgtingsval, og tí skal løgtingsvalið haldast í seinastsa lagi um eitt ár.

Sjálvt um tað er løgmaður, sum ger av, nær løgtingsvalið verður skrivað út, so kann Løgtingið eisini samtykkja nýval

Men helst verður valið hildið nakað fyrr enn 8. desember næsta ár, tí desembermánaður er ein keðiligur mánaður at halda løgtingsval í. Tí júst tað skal síðsta hond leggjast á løgtingsfíggjarlógina fyri 2027, og hevði tað órógvað fíggjarlógararbeiðið nógv minni, um valið til dømis varð hildið í september.

 

Hugsandi er tí, at løgmaður skrivar út val, tá hann setir tingið á ólavsøku. Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann útskrivaði nýval ólavsøkudag í 2015, og tað sama gjørdi Aksel V. Johannsen, tá hann skrivaði út valið í 2019. Tá varð valið skrivað út ein dag fyri 1. september, sum var valdur í 2015. Men tað var tí, at 1. september fall á ein sunnudag, og tá kann løgtingsval ikki haldast. Valið í 2019 var tí 31. august.

 

Eitt boð upp á ein valdag er tí um hetta sama mundið. Men í politikki kann alt henda, og tað kunnu vera nógv politisk viðurskifit, sum ger, at valið kanska ikki verður fyrr í síðstu løtu.

 

Úrslitið á seinasta løgtingsvali var hetta:

 

##med2##

 

Og soleiðis fullu persónligu atkvøðurnar hjá teimum 33, sum vórðu vald á ting:

 

1JavnaðarflokkurinAksel V. Johannesen1958
2FólkaflokkurinBeinir Johannesen1688
3SambandsflokkurinBárður á Steig Nielsen1351
4FramsóknRuth Vang978
5JavnaðarflokkurinIngilín D. Strøm787
6TjóðveldiHøgni Hoydal762
7TjóðveldiBjørt Samuelsen759
8MiðflokkurinJenis av Rana722
9SambandsflokkurinMagnus Rasmussen 712
10SambandsflokkurinErhard Joensen528
11MiðflokkurinSteffan Klein Poulsen518
12SambandsflokkurinJohan Dahl502
13FólkaflokkurinBárður á Lakjuni498
14JavnaðarflokkurinDjóni Nolsøe Joensen495
15TjóðveldiSirið Stenberg455
16JavnaðarflokkurinBjarni Hammer450
17FólkaflokkurinÁrni Skaale422
18JavnaðarflokkurinJóhannis Joensen415
19JavnaðarflokkurinEyðgunn Samuelsen403
20FólkaflokkurinJørgen Niclasen393
21TjóðveldiHervør Pálsdóttir377
22FólkaflokkurinElsebeth Mercedis Gunnleygsd.376
23FólkaflokkurinJacob Vestergaard362
24FramsóknBjarni K. Petersen355
25SambandsflokkurinEyðdis Hartmann Niclasen347
26JavnaðarflokkurinUni Holm Johannesen342
27TjóðveldiAnnika Olsen336
28JavnaðarflokkurinHenrik Old309
29SambandsflokkurinKaj Leo Holm Johannesen 308
30JavnaðarflokkurinMargit Stórá305
31TjóðveldiDennis Holm304
32SambandsflokkurinHelgi Abrahamsen 284
33FramsóknSólvit Nolsø249

Sjálvt um tað er løgmaður, sum ger av, nær løgtingsvalið verður skrivað út, so kann Løgtingið eisini samtykkja nýval