Seinasta innandurakappingin í bogaskjóting fyri jól var í Søldarfirði um vikuskiftið. Leygardagin skutu U12 og U16, og her var luttøkan í lakara lagi. Ikki allir bólkar vóru umboðaðir, og í fýra av teimum, sum vóru umboðaðir, var talan um einsamallar skjúttar.
Tískil vunnu Emma Aura Hammer, Tambar, Juda Petersen, Ørvur, Marta B. Poulsen, Ørvur, og Narvi E. B. Jensen, Ørvur, gull uttan dyst í avikavist bólkunum U12 berbogi gentur, U12 recurve dreingir, U16 compound gentur og U16 compound dreingir. Juda Petersen megnaði tó at seta sítt persónliga met, tá hann fekk 480 stig í sínum innleiðandi og endaliga umfari.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
Vóru hinir bólkarnir fámentir sunnudagin, so var compoundbólkurin hjá monnunum aftur fyri metstórur. Eitt avboð var tó komið, men Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti gjørdi av at kappast við monnunum, eftirsum hon var einsamøll compound-kvinna, og U18-skjúttarnir Jónas og Narvi kappaðust eisini saman við teimum vaksnu.
Tískil vóru níggju compoundskjúttar frá byrjan, og eftir innleiðandi kappingina mátti ein áttandapartsfinala skjótast millum teir báðar, sum fingu minst í innleiðandi kappingini, Steinmund Klakkstein úr Tambum og Jónas.
Jónas vann áttandapartsfinaluna 137 – 134, og í fjórðingsfinaluni møtti hann pápa sínum, Jóannesi Poulsen úr Ørvi, sum vann 146 – 137. Meira javnt gekk á í fjórðingsfinaluni millum Aleksandur Leitisstein úr Ørvi og Jógvan Niclasen úr Tambum, men endin var, at Aleksandur vann 145 – 144. Nikkel Petersen úr Ørvi vann sína fjórðingsfinalu 148 – 140 ímóti Anju, og Kaj Johannesen úr Ørvi vann sína 146 – 134 ímóti Narva.
Jóannes vann greitt 150 – 141 í hálvfinaluni ímóti Aleksandur, men í hálvfinaluni millum Nikkel og Kaj var háspenningur. Tá teir 15 pílarnir vóru skotnir, stóð á jøvnum 142 – 142, og í shoot-off raktu báðir 9’aran. Nikkel var tó nærri miðjuni og tryggjaði sær tískil annað finaluplássið.
Bronsufinalan millum Kaj og Aleksandur var eisini spennandi, men Kaj hevði munin og vann 141 – 140.
Gullfinalan var eisini rættiliga jøvn, og høgu tølini í endaliga úrslitinum, 148 – 146 til Jóannes, vísa, at báðir vóru sera neyvir.
Nú verður steðgur í innandura vetrarkappingini til vikuskiftið 10. – 11. januar, tá kappast verður í Miðvági.
Úrslit, U16 og U12 leygardagin 6. desember
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Emma Aura Hammer (Tambar), 75+44 = 119.
Dreingir berbogi, U12, 8 metur
Innleiðandi:
Bárður V. Johannesen (Ørvur), 140+158 = 298.
Magnus Mortensen (Tambar), 56+59 =115.
Finala:
Bárður – Magnus, 6 – 0.
Dreingir recurve, U12, 8 metur
Innleiðandi og endaligt:
Juda Petersen (Ørvur), 237+243 = 480 (persónligt met)
Dreingir berbogi, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Arthur V. Olsen (Tambar), 214+228 = 442
John Brynjer á Skúr (Tambar), 149+145 = 294.
Finala:
Arthur – John Brynjer, 6 – 0.
Gentur compound, U16, 12 metur:
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 266+248 = 514
Dreingir compound, U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 276+284 = 560.
Dreingir recurve, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 227+212 = 439.
Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), 211+198 = 409.
Finala:
Jón Sjúrður – Pauli, 6 – 0.
Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 7. desember
Dreingir compound U18
Innleiðandi:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 276+273 = 549.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 272+275 = 547.
Finala:
Jónas – Narvi, 142 – 127.
Dreingir recurve U18
Innleiðandi og endaligt:
Brandur T. Hansen (Tambar), 225+221 = 446.
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 297+291 = 588.
Kaj Johannesen (Ørvur), 287+288 = 575.
Nikkel Petersen (Ørvur), 286+286 = 572.
Aleksandur Leitisstein (Ørvur), 285+285 = 570.
Jógvan Niclasen (Tambar), 284+281 = 565.
Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 279+277 = 556.
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 276+273 = 549.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 272+275 = 547.
Steinmund Klakkstein (Tambar), 263+273 = 536.
Áttandapartsfinala:
Jónas – Steinmund, 137 – 134.
Fjórðingsfinalur:
Jóannes – Jónas, 146 – 137.
Aleksandur – Jógvan, 145 – 144.
Nikkel – Anja, 148 – 140.
Kaj – Narvi, 146 – 134.
Hálvfinalur:
Jóannes – Aleksandur, 150 – 141.
Nikkel – Kaj, 142 – 142, shoot-off, 9+ – 9.
Bronsufinala:
Kaj – Aleksandur, 141 – 140.
Finala:
Jóannes – Nikkel, 148 – 146.
Kvinnur recurve
Innleiðandi og endaligt:
Amy við Rætt (Ørvur), 217+203 = 420.
Menn recurve
Innleiðandi:
Brandur T. Hansen (Tambar), 225+221 = 446.
Hans Petur Petersen (Tambar), 161+158 = 319.
Finala:
Brandur – Hans Petur, 6 – 0.























